FSF er í hesum døgum í gongd við at seta A-landsliðsvenjara. Cristian F. Andreasen hevur sagt við KVF og FM1, at tað nú nærkast tíðini, at ein landsliðsvenjari verður settur, og at tað nú stendur millum nøkur fá nøvn.
Tað hevur verið alment kent leingi, at fyrrverandi NSÍ-venjarin, Guðjón Tórðarson úr Íslandi, hevur søkt um at blíva landsliðsvenjari hjá Føroyum. Sambært keldum hjá stóru íslendsku fótbóltsheimasíðuni fotbolti.net, so hevur Guðjón verið til samrøðu við FSF og tískil er hann helst ein av teimum, sum antin hevur verið ella er uppá tal, um keldurnar hjá íslendska miðlinum eru rættar.
Fyrrverandi málverjin á A-landsliðnum, Jens Martin Knudsen, sum í 2019 var hjálparvenjari hjá Guðjón í NSÍ, hevur áður á FM1 peikað á, at íslendski venjarin átti at blivi settur sum A-landsliðsvenjari hjá Føroyum.
NSÍ endaði á 3. plássi í ár, men fekk heili 57 stig, sum er tað næsthægsta í søgu felagsins. 64 ára gamli Guðjón hevur áður verið landsliðsvenjari hjá Íslandi umframt hjá enska felagnum Stoke.