HB arbeiðir við at styrkja um hópin.
Tað ljóðar, at komandi vikurnar fer HB at styrkja um hópin við fleiri útlendskum leikarum, sum nýggi danski venjarin Jens Berthel Askou kennir frá donskum fótbólti. Frá góðum keldum vita vit, at til venjingina hjá HB í kvøld verður ein útlendskur leikari til royndarvenjing. hann skal royndarvenja í nakrar dagar.
Dagført kl. 17.16: Talan er um 24 ára gamla Mathias Nygaard, sum spælir sentralt á miðvøllinum. Hann hevur síðstu tíðina spælt við FC Fredericia í næstbestu donsku deildini, har hann fyri tað mesta hevur verið innskifur í dystunum. FC Fredericia er nr. 2 í næstbestu donsku deildini. Sáttmálin hjá honum gongur út 31. desember.