Hann hevur spælt ein stóran leiklut á HB-liðnum seinastu tvey árini.
30 ára gamli Brynjar Hløðversson úr Íslandi kom til HB undan kappingarárinum 2018. Hann hevur spælt bæði árini, har íslendski Heimir Guðjónsson hevur verið venjari. Í 2018 taldist hann millum bestu miðvallarleikararnar í deildini, meðan hann í ár var við til at vinna løgmanssteypið.
Gevst í HB
Brynjar Hløðversson sigur við bolt.fo, at hóast hann hevur havt ynski um at halda fram í HB, so verður hetta av ongum. HB hevur víst lítlan áhuga í at leingja samstarvið, sigur Brynjar Hløðversson. Hann er opin fyri at halda fram í Føroyum, men sigur eisini, at fleiri feløg í Íslandi hava víst sær áhuga. Tað einasta, ið er heilt vist er, at Brynjar heldur ikki fram í HB.
HB hevur frammanundan mist Lassa Andersen, Sebastian Pingel og Símun Samuelsen. Magnus Egilsson hevur ongan sáttmála og in.fo visti at vita í dag, at hann í løtuni venur við Vali í Íslandi. Ivamál hevur eisini verið um Jógvan Róa Davidsen, men keldur hjá bolt.fo vita at siga, at hann var til venjing hjá HB í gjár, tá nýggi danski venjarin Jens Berthel Askou hevði sína fyrstu venjing saman við hópinum.