Dion Splidt váttar, at tíðin í Víkingi er av.
30 ára gamli Dion B. Splidt spældi í ár 21 dystir fyri besta liðið hjá Víkingi. Hann spældi 1441 minuttir og skoraði fimm mál og legði upp til eitt mál. Men hann heldur ikki fram í Víkingi.
- Sáttmálin í Víkingi verður ikki longdur, og eg vænti, at eg gevist við fótbólti á hægsta støði, sigur Dion B. Splidt við bolt.fo.
Dion hevur áður umboðað AB, ÍF, KÍ og B68.