Fleiri leikarar sum ikki spældu alt kappingarárið vóru effektivir, tá teir spældu.
Hagtøl hjá InStat vísa m.a. væntað mál pr. 90 minuttir og málmøguleikar pr. 90 minuttir. Toppskjúttin Klæmint A. Olsen er eisini ovast á báðum hesum listum, men annars eru fleiri leikarar ovarlaga, sum ikki spældu alt kappingarárið. Allir leikarar sum spældu yvir 400 minuttir eru taldir við. M.a. sást, at Aksel B. Danielsen, sum var útleigaður til Skála frá KÍ, stendur seg væl í hesum tølum. Eisini leikarar sum Øssur Dalbúð hjá NSÍ og Sebastian Pingel hjá HB vóru vandamiklir ta tíðina, ið teir spældu.
Væntað mál (expected goals) í miðal pr. 90 minuttir:
1. Klæmint A. Olsen (NSÍ) 0,76
2. Aksel B. Danielsen (KÍ/Skála) 0,74
3. Páll A. Klettskarð (KÍ) 0,72
4. Øssur Dalbúð (NSÍ) 0,70
5. Sebastian Pingel (HB) 0,61
6. Darius Lewis (KÍ) 0,56
7. Patrik Johannesen (KÍ) 0,55
8. Jóannes Bjartalíð (KÍ) 0,54
9. Jákup Johansen (Skála) 0,53
10. Ari M. Olsen (HB) 0,51
Málmøguleikar í miðal pr. 90 minuttir:
1. Aksel B. Danielsen (KÍ/Skála) og Klæmint A. Olsen (NSÌ) 2,6
3. Øssur Dalbúð (NSÍ) 2,5
4. Páll A. Klettskarð (KÍ) 2,4
5. Sebastian Pingel (HB) og Patrik Johannesen (KÍ) 2,2
7. Jákup Johansen (Skála) 2,1
8. Arnbjørn T. Hansen (EB/Streymur) og Stefan Radosavljevic (TB/B36)1,83
10. Brian Jakobsen (B36) og Adrian Justinussen (HB) 1,78