B71 stríðist um at sleppa undan niðurflyting í næstbestu deildini.
Í løtuni er kappingin sera hørð um at sleppa undan niðurflyting. Fýra lið - HB, B36, B71 og Skála - spæla um at sleppa undan at enda nr. 9. B71 vann leygardagin ein týdningarmiklan sigur móti B36 og heimasíðan hjá B71 staðfestir, at tað verður ein skandala, um felagið flytur niður.
- Eftir nógva ára fyrireikan uppá at menna mannfólkafótbóltin á eitt hægri støðið, á allar mátar, so er tað ikki í tráð við løgdu ætlanir at vit liggja til niðurflyting og tað hevði snøgt sagt verið ein skandala um hettar liðið flutti niður, skrivar B71 m.a. í síni dystarfrágreiðing.
B71 liggur á 7. plássi nú fýra dystir eru eftir. B71 hevur truplar dystir eftir, tí tað eru fýra av teimum fremstu fimm liðunum, sum eru mótstøðulið. Sí stigatalvu frá B71.fo, har dystarfrásøgnin annars kann lesast í heilum líki, niðanfyri.
