Síðstu tíðina hava vit aftur og aftur sæð oddaliðið víst stóra styrki í seinna hálvleiki í mun til fyrra hálvleik. Hetta kann setast í samband við venjingarstøðuna, tí í NSÍ hava teir ikki dult, at teir eru í betri venjingarstøðu enn nakrantíð áður.
Og hagtølini fyri árið vísa tað greitt, at NSÍ er væl fyri í seinna hálvleiki. Endaði dysturin í hálvleikinum, so hevði NSÍ tapt 7 dystir, men byrjaði dysturin í hálvleikinum, so hevði NSÍ bara tvær ferðir tapt, harav NSÍ í æðrum av teimum báðum dystunum førdi 4-0 í hálvleikinum, so man kann siga, at tað er bara í útidystinum móti HB í 2. umfari, at NSÍ hevur mist stig í seinna hálvleiki.
Fyrri hálvleikur:
NSÍ-EB/Streymur 0-0
HB-NSÍ 0-1
Skála-NSÍ 2-0
NSÍ-Víkingur 4-0
KÍ-NSÍ 2-0
NSÍ-ÍF 0-1
NSÍ-B36 0-1
TB-NSÍ 0-2
NSÍ-AB 2-0
EB/Streymur-NSÍ 1-5
NSÍ-Skála 3-0
NSÍ-TB 2-0
NSÍ-AB 0-0
B36-NSÍ 1-0
ÍF-NSÍ 2-1
Víkingur-NSÍ 2-0
NSÍ-HB 0-1
Dystir: 17
NSÍ vunnið: 8
NSÍ javnleik: 2
NSÍ tapt: 7
Málmunur: 20-13
Seinni hálvleikur:
NSÍ-EB/Streymur 1-0
HB-NSÍ 1-0
Skála-NSÍ 0-0
NSÍ-Víkingur 0-2
KÍ-NSÍ 0-0
NSÍ-ÍF 3-0
NSÍ-B36 2-0
TB-NSÍ 0-1
NSÍ-AB 3-1
EB/Streymur-NSÍ 0-3
NSÍ-Skála 0-0
NSÍ-TB 1-1
NSÍ-AB 2-0
B36-NSÍ 0-1
ÍF-NSÍ 0-3
Víkingur-NSÍ 0-3
NSÍ-HB 1-0
Dystir: 17
NSÍ vunnið: 11
Javnleikur: 4
NSÍ tapt: 2
Málmundur 24-5