Síðstu árini er tað vent á høvdið í innanhýsis dystum millum Víking og NSÍ. Nú hevur NSÍ greitt yvirtakið.
Í seks teimum seinastu innanhýsis dystunum er tað 5-1 til NSÍ í sigrum. Sostatt hevur NSÍ steðgað gongdini, har Víkingur annars nærum altíð vann á NSÍ.
Síðstu seks dystirnir millum Víking og NSÍ í landskappingini:
2017: Víkingur-NSÍ 1-2
2017: NSÍ-Víkingur 2-1
2018: Víkingur-NSÍ 1-2
2018: NSÍ-Víkingur 1-2
2018: Víkingur-NSÍ 0-3
2019: NSÍ-Víkingur 4-2
Dysturin sunnudagin millum Víking-NSÍ byrjar kl. 15.00.