Eftir misjøvnu úrslitini síðsta árið hevur Jóannes Jakobsen sagt upp sum hjálparvenjari á A-landsliðnum. FSF hevur borðið skjótt at og longu sett nýggjan hjálparvenjara.
Jóannes Jakobsen hevur verið hjálparvenjari hjá Lars Olsen øll árini aftur til 2012. Fyrstu tíðina vóru úrslitini ikki góð, men síðani upplivdi landsliðið kanska besta tíðarskeiðið nakrantíð árini 2014-2016. M.a. við tveimum sigrum móti Grikkalandi. Men síðani tá hava úrslitini verið misjøvn og hjálparvenjarin Jóannes Jakobsen hevur nú tikið avleiðingarnar og sagt upp sambært keldum hjá bolt.fo.
Símun Joensen tekur yvir
FSF hevur borðið skjótt at og hevur longu sett nýggjan hjálparvenjara hjá Lars Olsen sambært góðum keldum hjá bolt.fo. Valið fall á 35 ára gamla Símun Joensen. Símun er eitt kent navn í føroyskum fótbólti. Hann hevur spælt nógv við barndómsfelagnum KÍ, har hann eisini hevur verið hjálparvenjari á besta liðnum eitt ár. Í B36 var hann í 2011 besti bakkurin í føroysku kappingini, tá hann fyri føroyameistararnar skoraði 8 mál. Hann er í løtuni høvuðsungdómsvenjari hjá B36, so nakað av venjararoyndum hevur hann. Síðstu árini kenna vit hann m.a. sum viðmerkjara hjá KVF til A-landsdystirnar. Men tað kann hann ikki framyvir, tí komandi landsdyst móti Sergio Ramos og hinum úr Spania verður tað Símun, sum skal sita undir liðuni á Lars Olsen á Tórsvølli og geva ráð.
Móttøka
Í sambandi við, at sáttmáli er gjørdur við nýggjan hjálparvenjara verður móttøka í FSF húsinum í dag kl. 13.00. Har fara Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Christian Andreasen, FSF-forseti, at siga nøkur orð um, hví valið fall á júst Símun Joensen. Bolt.fo skilir, at øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna.