B68 hevur ikki nokk av leikarum til at manna lið í bestu kvinnudeildini.
Bolt.fo hevur fingið upplýst, at B68 hevur lagt saman við ÍF/Víkingi. Orsøkin er, at B68 hevur mist nógv fólk og fær ikki mannað lið. Sostatt eitur felagsliðið í Eysturoynni nú ÍF/Víkingur/B68. Venjari hjá liðnum er Jacoba Langgaard. Hini liðini í deildini eru EB/Streymur/Skála, HB, KÍ og B36.