Nú nærkast tíðin, tá veteranurin plagar at taka støðu til sína fótbóltsavgerð.
41 ára gamli Fróði Benjaminsen hevur síðstu árini tikið avgerð um sína fótbóltsframtíð, tá vit eru komin nakað inn í árið, men áðrenn kappingarbyrjan. Tíðin nærkast sostatt til Fróði fer at taka avgerð um, hvar hann spælir og um hann spælir, tí síðstu árini hevur hann verið ivasamur, nær hann skal steðga at spæla.
Greitt er, at trý feløg hava bjóðað Fróða sáttmála fyri 2019. Bæði NSÍ og Víkingur, har Fróði hevur spælt síðstu árini, hava váttað, at tey hava bjóðað honum sáttmála. Men liðið sum er tættast við bústaðin hjá Fróða á Strondum, sum er Skála, hevur sum skilst eisini bjóðað Fróða ein sáttmála. Og skal ein trúgva leysasøgunum, so er Skála kanska ein líka góður møguleiki sum komandi felag hjá Fróða sum okkurt av hinum liðunum. Enn veit tó eingin við vissu, hvar ella um Fróði spælir í 2019.
Við 94 A-landsdystum er Fróði leikarin við flest dystum á landsliðnum.