Tað minkar í stórum burturav hópinum, sum suðuroyingar høvdu í ár.
Komandi ár er tað TB, sum spælir í bestu deildini, men tað verður uttan fleiri av leikarunum, sum spældu við TB/FCS/Royn. Tað tykist ikki sum vábingar eru serliga áhugaðir at spæla við TB, tí fleiri av teimum, sum eru uppaldir í VB/FC Suðuroy hava boðað frá, at teir spæla ikki við TB næsta ár. Valið stendur heldur millum at skifta felag ella at spæla við FC Suðuroy í triðbestu deildini.
Toppskjúttin spælir neyvan
Toppskjútti hjá TB/FCS/Royn í ár var Pape Faye, sum kom til felagið beint áðrenn summarsteðgin. 27 ára gamli álopsleikarin, sum er íslendskur statsborgari, skoraði fimm mál í 11 dystum og gjørdist toppskjútti hjá liðnum saman við Stefan Radosavljevic.
- Eg havi ikki tosað við TB síðani kappingarenda, so eg vænti ikki at halda fram. Kemur okkurt áhugavert frá føroyskum felag, so fari eg at hugsa um tað, men Ísland er eisini ein møguleiki, sigur Pape Faye við bolt.fo um næsta kappingarár.