Stroyma toppbrakið í kvinnudeildini á Skála, sum byrjar kl. 16.30 og sum helst verður avgerandi fyri, hvør vinnur FM í ár.
Dysturin er á Skála og byrjar kl. 16.30. Talan er um næstsíðsta umfar, og er talan um dyst millum nummar 1 og 2. Bæði liðini eru jøvn í stigum, men EB/Streymur/Skála hevur 19 mál betri í málúrtøkuni. Tí kann EB/Streymur/Skála brúka javnleikin, meðan KÍ skal vinna. Í síðsta umfarinum spælir EB/Streymur/Skála á útivølli móti B68, meðan KÍ spælir á heimavølli móti HB, sum kann blíva nummar tvey, men sum skal hava nógva hjálp umframt at vinna málmun inn hesi bæði síðstu umførini.
Stroymingin kann síggjast niðanfyri her í greinuni undir yvirskriftini ''kykmyndir''..
Stuðlað stroymingini hjá bolt.fo á Skála hava Klaksvíkar kommuna (www.klaksvik.fo) og TTS (www.tts.fo).
Dómaraseðlarnir eru hesir:

