Føroyski verjuleikarin var framúr í fleiri økjum móti Aserbadjan.
Aserbadjan skoraði trý mál móti Føroyum, men hóast hetta, so spældi Odmar Færø væl í miðverjuni og átti hann at síggja til ikki nakran stóran leiklut í nøkrum máli hjá mótstøðuliðnum.
Odmar skaraði m.a. framúr í at vinna bóltar frá mótstøðuliðnum. Ikki færri enn 18 ferðir vann hann bóltar frá Aserbadjan. Teir næstu hjá Føroyum lógu niðri á 9, meðan tann hjá Aserbadjan við bestu tølum á hesum øki lá á 13.
Kelda: InStat