Grundarlagið er bara fimm dystir, men tað eru ótrúlig hagtøl, sum ungi venjarin hjá 07 Vestur hevur.
30 ára gamli Sigtór Petersen hevur ikki A-venjaraútbúgving og kann tí ikki standa á odda fyri einum Betri liðið frá byrjan eitt kappingarár. Men hann hevur tikið yvir í 07 Vestur bæði í fjør og í ár. Og hóast talan hevur verið um lið, sum hevur verið antin nummar 9 ella 10, so hava úrslitini verið framúr.
Í sínum fimm dystum sum 07 Vestur venjari hevur Sigtór fingið hesi úrslitini:
07 Vestur-B36 4-3
07 Vestur-NSÍ 2-3
07 Vestur-TB/FCS/Royn 3-1
ÍF-07 Vestur 1-5
AB-07 Vestur 1-2
Hetta gevur 12 stig av 15 møguligum. Tað svarar til 64,8 stig, um hagtølini fyri hesar fimm dystirnar høvdu hildið fyri eitt heilt kappingarár. Tað eru meistarahagøl.
Kelda: FaroeSoccer