Nú er avgjørt, at altjóða dystir vera í Føroyum í summar.
Bolt.fo er í FSF-húsinum og hevur júst fingið váttað, at FSF eftir fund við UEFA fyri løtu síðani hevur fingið váttan fyri, at altjóða dystirnir vera í Føroyum. Hetta hendir eftir, at FSF hevur havt eitt drúgt samskiftið við UEFA í fleiri dagar, og hetta bar nú á mál. Hendan avgerðin hevur stóran týdning fyri føroyskan fótbólt á fleiri økjum.
HB, NSÍ og KÍ skulu í juli mánað spæla Conference Lague dystir. HB spælir væntandi í Gundadali, NSÍ spælir á Svangaskarði og KÍ spælir við Djúpumýrar.