Fyrrverandi ársins leikarin hjá grannunum venur nú við HB.
32 ára gamli Lukasz Cieslewicz hevur í løtuni einki felag eftir, at hann og Víkingur endaðu samstarvið fyri nøkrum døgum síðani.
Í gjárkvøldið var Lukasz Cieslewicz at síggja aftur í Gundadali. Hann vandi við besta liðnum hjá HB. Í 2011 og 2015 var hann valdur til ársins leikara í deildini, tá hann spældi við grannunum hjá HB, B36.
Flytingarvindeygað er stongt, so hetta kann síggjast sum ein møguleiki at vísa seg fram til kappingarárið 2021 hjá Lukasz, sum vann FM við B36 í 2011, 2014 og 2015.