Vit hava hugt eftir, hvørjir leikarar í Betri Deildini skorað mest í mun til væntað mál og hvørjir leikarar skoraði undir tað, ið teir eiga í mun til væntað mál.
Væntað mál er eitt nógv brúkt hugtak í dagsins hagtølum í altjóða fótbólti. Hetta er støddin á málmøguleikum, ið verður roknað út. Er talan um stórar málmøguleikar sum t.d. eitt brotsspark, so er væntað mál á 0,76. Tað merkir, at ein í miðal eigur at skora uppá 76 % av brotsspørkum. Hinvegin telja t.d. langskot ikki høgt í væntaðum málum. Væntað mál er tað, sum man ''eigur'' at skora ímun til støddina og talið av málmøguleikunum.
Í yvirlitinum sást, at Adrian Justinussen úr HB hevur skorað ikki færri enn 9 mál yvir tað, sum hann ''eigur''. Hetta skyldast serliga hansara fríspørkum og langskotum, har hann er á nógv hægri stigi enn teir flestu. Hinvegin hevur vanligi toppskjúttin, Klæmint A. Olsen úr NSÍ, ikki verið effektivur í ár sambært InStat. Sí yvirlit niðanfyri.

Stuðlað FM-endabrestinum í 2020 hava:
Málarameistari RND tlf. 264682
Málarameistararnir Falkenberg tlf. 213151
Pólar – Varta akkumulatorar til øll endamál