Jákup á Borg er nú saman við Sigfríða Clementsen tann venjarin í føroyskum fótbólti, ið er oftast komin víðari í Europakappingum.
Jákup á Borg vann seg í kvøld víðari í Europakapping fyri fimtu ferð sum venjari. Hetta ger, at hann nú er tann venjarin í føroyskum fótbólti, sum oftast er komin víðari saman við Sigfríða Clementsen. Jákup eigur metið við at hava gjørt tað oftast í sama felag (Bara í B36), meðan Sigfríður hevur vunnið seg víðari við B36 (2) og Víkingi(3). Ímun til dystartal, so hevur Jákup vunnið seg víðari uppá nógv færri dystir, tí hann hevur bara verið venjari síðani 2017.
Jákup á Borg er komin víðari (hvørjaferð við B36):
2018: OFK Titograd (Montenegro, samanlagt 2-1, venjari: Jákup á Borg)
2018: St Joseph’s (Gibraltar, samanlagt 2-2, venjari: Jákup á Borg)
2020: St Joseph’s (Gibraltar, samanlagt 2-1, venjari: Jákup á Borg)
2020: Levadia (Estland, samanlagt 4-3, venjari: Jákup á Borg)
2020: The New Saints (Wales, samanlagt 2-2, venjari: Jákup á Borg)
Sigfríður Clementsen er komin víðari (2005 og 2006 við B36. 2013 og 2014 við Víkingi):
2005: ÍBV (Ísland, samanlagt 3-2, venjari: Sigfríður Clementsen)
2006: Birkirkara (Malta, samanlagt 5-2, venjari: Sigfríður Clementsen)
2013: Inter Turku (Finnland, samanlagt 2-1, venjari: Sigfríður Clementsen)
2014: Daugava Daugavpils (Lettland, samanlagt 3-2, venjari: Sigfríður Clementsen)
2014: Tromsø (Noreg, samanlagt 2-1, venjari: Sigfríður Clementsen)