Hans Jørgen Djurhuus hevur fingið venjarabann fyri tað, ið hann segði eftir síðsta dyst.
Tað var eftir dystin millum ÍF-NSÍ, at Hans Jørgen Djurhuus á FM1 var ónøgdur um dømingina í sambandi við 2-1 málið hjá NSÍ. Dómarin valdi at døma uppkast til NSÍ, tí bólturin kom í linjuverjan á vøllinum. Hans Jørgen stóð tætt við og metti, at bólturin var greitt uttanfyri linjuna, áðrenn hann kom í linjuverjan. Tí átti ÍF at fingið innkast í støðuni, sum ístaðin gav NSÍ eitt álop, ið gav mál.
Kappingarnevndin hevur givið Hans Jørgen Djurhuus venjarabann í tveir dystir. Samrøðan við FM1 kann hoyrast HER