Nú skal Kappingarnevndin ella aganevndin hjá FSF taka støðu til, um B36 skal hava revsing fyri at hava brúkt sama leikara í trimum deildum sama leikumfar.
Tað var í gjárkvøldið, at bolt.fo fekk upplýsingar um, at 17 ára gamli B36-leikarin Tobias Hansen hevði spælt við trimum deildum sama leikumfar. Tað vísti seg, at hetta eisini kundi skjalprógvast. Dómaraseðlarnir frá Betri Deildini og 1.deild kundu beinanvegin vátta, at hann var komin inn í teimum dystunum og í morgun kundi dómaraseðilin hjá U17 eisini vátta, at hann kom inn í U17-dystinum. Sostatt bleiv hann innskiftur allar tríggjar dystirnar. Nú veit bolt.fo frá keldum, at B68, sum var mótstøðuliðið hjá B36 í Betri Deildini, hevur sent kæru inn.
Tað finnast mál, har lið eru dømd at tapa, sum minna um hetta. Ein munur er, at her er talan um leikara, sum er innskiftur allar tríggjar dystirnar, men vit hava ikki funnið nakra reglugerð, sum loyvir tí. Ein annar munur er, at í málunum frá 2021 og 2018, so var síðsti dysturin hjá leikarunum eisini tann í lægstu deildini. Tað var í báðum førum U21-dystir, sum vóru mánadag. Tað hevur sum skilst verið siðvenja fyri kærir, at tað er liðið í lægstu deildini, sum fær revsingina. Men í báðum málunum frá 2021 og 2018 eru viðmerkingar í úrskurðinum, sum vísa á, at revsingin verður givin fyri dystin, har brotið bleiv framt í. Víst verður á, at tað er í dysti nr. trý, at leikarin gerst ólógligur. Tí er óvist, um møguliga revsingin verður givin til Betri liðið hjá B36, har likarin spældi sín síðsta dyst, ella U17 liðið hjá B36, sum er lægsta deildin, sum leikarin spældi í.